Neistin koppaði greipuvinnarunum

Tí hava greipuvinnararnir úr Klaksvík tapt fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum.

 

Liðini fylgdust so at siga allatíðina, men Stjørnan rann aftaná í stórum løtum. Dysturin var merktur av avgjørdum verjuspæli, har eingin helt seg aftur í nærdystunum.

 

Hálvleiksstøðan var 13-12 til heimaliðið.

 

Tað var Neistin, sum var við yvirlutan seinastu løtuna. Frøin var sjálvsagt stór, tá dómararnir bríkslaðu fyri seinastu ferð.

 

Neistin vann seg tískil tvey stig nærri Stjørnuni. Eitt stig skilir ovastu liðini í løtuni.

 

Stigatalvan

 

1. Stjørnan ? 12 stig

2. Neistin ? 11 stig

3. Tjaldur ? 7 stig *

4. VB ? 7 stig

5. Kyndil ? 6 stig

6. VÍF ? 4 stig

7. StÍF ? 1 stig

 

Tjaldur hevur spælt seks dystir, og hini liðini hava spælt sjey dystir.