Neistin-VÍF 36-28 (17-16)
VÍF hevði møguleika at spæla seg í FM-finaluna við einum sigri á Neistanum, tá ið Neistin tók ímóti teimum í høllini á Hálsi í Atlantic Airways kappingin. Spælararnir hjá Neistanum høvdu ikki nógv annað at spæla fyri enn æruni, men hetta vísti seg at vera meir enn nokk hjá bláa havnarliðnum.
Nógvir tekniskir feilir
Fitt av fólki var komið saman í høllini á Hálsi at fylgja dystinum ímillum Neistan og VÍF í bestu mansdeildini í hondbólti, men fyrri hálvleikur bleiv ikki nøkur stór hondbóltsuppliving. Liðini gjørdu sera nógvar tekniskar feilir, og hetta kom eisini at seta sín dám á henda hálvleikin.
Tað vóru tó gestirnir úr Vestmanna, sum dugdu betur at revsa feilirnar hjá Neistanum fyrstu løtuna, og dysturin var ikki nógvar minuttir gamal, áðrenn oddaliðið, VÍF, hevði lagt seg á odda við trimum málum. Teir vístu seg at vera heldur betra liðið hesa løtuna, og leiðslan var sum so í lagi, tí Neistin gjørdi sera nógvar feilir fyrstu minuttirnar av dystinum.
So við og við fótaði Neistin sær tó. Spælið hjá heimaliðnum bleiv nú væl betri, og í fleiri førum vóru teir tætt við at vinna leiðsluna hjá vestmenningum inn aftur. Men hvørja ferð Neistin nærkaðist, so svaraði VÍF aftur, og tað tóktist vera sera trupult hjá Neistanum at taka síðsta fetið upp til javnleikin.
Móti endanum av hálvleikinum gav stríðið hjá Neistanum tó úrslit. Eftir at vera aftanfyri við tveimum málum, tá góðir tveir minuttir vóru eftir, megnaði Neistin at skora trý mál síðstu minuttirnar, so tá liðini fóru til hálvleiks, var tað brádliga heimaliðið, sum var á odda við einum máli.
Neistin setti VÍF uppá pláss
Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki gekk aftur javnt á millum liðini. Spælið var nú blivið heldur betri enn í seinna hálvleiki, og serliga leikferðin var vorðin hægri. VÍF tóktist vera komin væl út frá seinna hálvleiki, og serliga mótálopini vístu seg at rigga heilt væl. Her fekk Harald Bjørgvin tvey góð mál fyrstu løtuna, og Neistin tóktist hava ávísar trupulleikar við at steðga skjótu mótálopunum hjá VÍF.
Brádliga steðgaði tó alt upp hjá vestmenningum. Neistin fekk rættiliga gongd á verjuna, sum megnaði at steðga skjúttunum hjá VÍF, og í hinum endanum fekk Neistin mál mest sum hvørja ferð. Hetta gjørdi, at Neistin legði seg á odda við fýra málum um miðjan seinna hálvleik, og nú sá ikki gott út hjá oddaliðnum.
VÍF gav tó ikki skarvin yvir uttan at kempa. Tá góðir 10 minuttir vóru eftir at leika, høvdu teir minka um munin niður í eitt mál, og nú var spenningurin í hæddini í høllini.
Hetta skuldi tó vísa seg at vera dagurin hjá Neistanum. Teir øktu aftur nakað um munin, og so var liðugt hjá VÍF. Síðstu løtuna av dystinum bleiv munurin bara størri og størri, og at enda hevði Neistin vunnið ein tryggan og uppibornan 36-28 sigur.
Sjálvt um VÍF tapti dystin fyri Neistanum, so eru teir allíkavæl klárir til finaluna, tí sum úrslitini lagaðu seg, so er einki lið, sum kann hótta teir og Kyndil í oddinum.
Fakta
Neistin-VÍF 36-28 (17-16)
Málskjúttar:
Neistin: Áki Mørk 8 (1), Dan Thorleifsson 6, Jugoslav Djumic 6, Tróndur Kragesten 5, Blagoje Buha 3, Carl Herup Olsen 3, Roar Dalsgarð 2, Birgir Poulsen 1, Jákup Apol 1, Jens Mohr 1
VÍF: Sámal Joensen 8 (1), Agnar Joensen 6 (2), Harald Bjørgvin 4, John Zachariassen 4, Áki G. Olsen 3, Ingi Olsen 2, Áki Olsen 1
Brotskøst: Neistin 1, VÍF 5
Útvísingar: Neistin 3, VÍF 0
Dómarar: Sámal Paulason, Kári Hansen