Hondbóltur
Skuldi Neistin fylgja við hinum oddaliðunum, so vóru treytirnar púrasta greiðar. Dysturin á Skála móti StÍF skuldi vinnast.
Og tað var eisini heilt skjótt, at bláu gestirnir komu á slóðina. Fyrstu lítlu løtuna leypa Neistin avstað, og tann munin, sum tær tá vunnu, royndu tær at halda fast um allan vegin.
Tað var tó ikki fyrr enn eftir steðgin, at tað veruliga skrædnaði. Neistin royndi at leypa avstað alt fyri eitt, og seinastu løtuna av dystinum kom munurin veruliga til sjóndar. StÍF hevði tá slept vónini um at skapa nakað av spenningi, meðan Neistin hinvegin veruliga fann sær spæligleðina fram, soleiðis at tær øktu munandi um munin seinasta korterið.
Við sigrinum er Neistin nú aftur ájavnt Tjaldrinum á triðja plássinum. StÍF er framvegis næst niðast í deildini.
Fakta um dystin
StÍF-Neistin 19-32 (11-14)
10 min: 2-6
20 min: 7-11
40 min: 14-21
50 min: 17-26
Málskjúttar
StÍF: Ninna K. Johansen 6(1), Fríðrunn Danielsen 5(1), Poula D. Olsen 3, Bára Berthelsen 3, Sólfríð Christiansen 1, Rebekka Justinussen 1
Neistin: Anja Heinadóttir 10, Trine Mayland 8, Nicoleta R. Hansen 5, Heidi Maria Akselsen 4, Elin Staksund 2, Annika Ljósstein 2(1)
Brotskøst: StÍF 4, Neistin 2
Útvísingar: StÍF 2, Neistin 3
Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen