Neistin koblað av

Stjørnan tók alt í Havnini, og nú eru tað bara trý lið, sum kunnu roknast sum partur av oddastríðnum

Hondbóltur

Eftir at Neistin seinastu dystirnar hevur havt fleiri góð úrslit, høvdu tær leygardagin møguleikan at leggja seg heilt upp ímóti teimum trimum, sum higartil hava myndað oddin. Stjørnan kom nevnliga á vitjan, og við einum sigri her, so vildi fjarstøðan upp til oddin ikki verið nakað ræðandi stór, nú endaspælið skjótt stendur fyri framman.

Steðgaðu upp
Fyrstu løtuna tóktist tað eisini, sum kuldi tað eydnast Neistanum at basa mótstøðuni. Við at trýsta á mótstøðuna alla tíðina, eydnaðist skjótt at skapa ótryggleika á mótstøðuliðnum, og mest sum leikandi lætt kundi Neistin soleiðis stima avstað undan Stjørnuni.
Men tað var tó ikki leingi, áðrenn Stjørnan eisini kom á rætta lagið. Serliga í verjupartinum fingu tær takið á mótstøðuni, og so líðandi kom broyting á a stigatalvuni. Seinasta korterið undan steðginum skoraði Neistin bert ta einum ferðina, og hóast Stjørnan ikki hevði nakra eksplosión í sínari skjóting, so kom eitt lítið glopp millum liðini.
Og gongdin bara helt fram eftri steðgin. Eftir góðum fimm minuttum stóð nú 15-8 til Stjørnuna, og hendan munin megnaði Neistin ongan tíð at vinna aftur. Heldur ikki hóast tær um miðjan seinna hálvleik aftur byrjaðu at fáa nakað av ferð á spælið. Serliga Lina Andrijulyte gekk á odda hesa løtuna, men heldur ikki hon megnaði av álvara at gera nakað við mótstøðuna. Ókomni munurin var snøgt sagt ov stórur, og hóast Neistin móti endanum fekk minkað frástøðuna niður í trý mál, so var tað ov seint og ov lítið.

Úti fyri fyrst
Sum nevnt, so hevði úrslitið við sær, at Neistin fyri fyrst noyðist at siga farvæl til ein leiklut í oddastríðnum. Enn er tó bara talan um grundspæl, so liðið kann á ongan hátt fullkomuliga útilokast úr hesum, og eftir eina hálvering av stigunum er munurin ikki meira enn trý stig upp til oddin.
Men hóast hetta, so skerst ikki burtur, at tað á Neistaliðnum eru ávísir veikleikar, sum tykjast forða liðnum í at gera munandi størri framstig. Fyrst og fremst tann sannroynd, at ábyrgdin fyri dystirnar í sera stóran mun tykist hanga á Simonu Dziugyte. Til tíðir er hon at meta sum ein sonn málmaskina, men fáa mótstøðuverjurnar fatur á henni, so tykist Neistin hava sera ilt við at finna onnur vápn. Og eitt nú hevur liðið teir báðar seinastu dystirnar havt langar deyðar periodur í dystunum, og tað er ikki altíð, at liðið sleppur eins heilskalað frá hesum.
Hjá Stjørnuni er støðan eitt sindur hugaligari. Liðið er í løtuni á øðrum plássi á stigatalvuni, og saman við VB og VÍF tykjast tað vera tær, sum gera av, hvar gullið skal enda.
Fyrst og fremst tykist liðið í ár hava eina seras sterka verju, og so hevur tað minni at siga, um málini ikki eru so ræðani í tali. Eru tey fleiri enn frá mótstøðuliðunum í hvørjum dysti sær, so er tað eisini nóg mikið til at enda ovast, og tað man hóast alt fyrst og fremst vera hetta, sum tykist vera ætlanin hjá Stjørnuni.

Dysturin í tølum
Neistin-Stjørnan 17-21 (7-9)
Málskjúttar
Neistin: Lina Andrilyte 7, Simona Dziugyte 3, Marjun Tróndarson 3, Unn Kragesteen 2(1), Lív Sørensen 1, Rakul Augustinussen 1
Stjørnan: Joan M. Djordjevic 6(3), Una Olsen 5, Katarina Stepanovic 4(1), Annika Ljósstein 4, Anna Kristina Samson 2
Brotskøst: Neistin 4, Stjørnan 5
Útvísingar: Neistin 4, Stjørnan 5
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Høvdu ikki stórvegis trupulleikar av uppgerðini.