Neistin knústi Kyndil

Hóast fráveru av fleiri profilum hevði Neistin ongar sum helst trupulleikar av Kyndli

Hondbóltur

Vónandi verður spenningurin størri, tá Kyndil og Neistin um tríggjar vikur hittast í steypafinaluni í manshondbólti.
Hesa ferð var spenningurin í øllum førum ikki tann stóri, og tann sum var, var burtur eftir bara tíggju minuttum.
Neistin mátti vera Heina Hanusarson, Áka Mørk, Birgir Poulsen og Finn Hansson fyriuttann, men hetta nervaði á ongan hátt avrikið. Kanska tvørtur ímóti. Felagið hevur helst breiðasta hópin av øllum, og fráveran av teimum fýra gav bara betri pláss til aðrar. Ikki minst David Edvardsen, sum nú spældi á bakkinum allan dystin, og Trónd Kragesteen, sum veruliga er um at finna rætta lagið aftur.
Í so máta gjørdi tað størri mun hjá Kyndli, at altíð stríðshugaði Bárður Johannesen mátti sita uttanfyri.
Tí stríðsvilji var at kalla eingin hjá Kyndli. Fyrsta korterið av dystinum gjørdist støðan næstan pínlig, tá málini skolaðu inn, uttan at teir grønu høvdu nakað aftursvar, og hóast teir fótaðu sær nakað, so var allur spenningur tikin úr dystinum.
Umframt stórtapið, so bar hetta eisini við sær, at Kyndil nú er niðasta liðið í deildini. Sjálvandi er munurin til eitt finalupláss bara eitt stig, og í so máta eru allir møguleikar framvegis opnir. Men spenta støðan undirstrikar eisini, hvussu spent støðan er hjá fleiri av siðvandu liðunum, sum nú eru í vanda fyri at flyta niður.