Neistin kløkkaði strandingar

Leingi hevði Neistin eitt sera gott tak á StÍF, men seinastu 20 minuttirnar prógvaðu favorittarnir sítt virði

Hondbóltur

Einasti dysturin, sum Neistin hevur vunnið hetta kappingarárið, var í fyrsta umfarinum av grundspælinum, tá StÍF vitjaði.
Sunnudagin var um reppið, at bláu menninir endurtóku tann sigurin, tá StÍF vitjaði.
Strandingar vóru nakað skerdir, nú Leivur Justinussen ikki fekk spælt, og leingi tóktist heimaliðið at hava ein heilt greiðan fyrimun av hesum.
Neistin byrjaði dystin væl, og tað gjørdi ikki støðuna verri, at Marian Cirloganescu miðskeiðis í fyrra hálvleiki fekk reytt kort. Hetta tá hann leyp út eftir púra blanka Trónda Kragesteen, sum var í kontra-álopi.

Eitt skifti eftir hetta tóktist eisini, sum skuldi Neistin veruliga renna frá StÍF. Teir vunnu seg upp á 10-5, men seinastu løtuna undan steðginum fingu strandingar tó aftur fatur á rætta endanum.
Og eftir steðgin kom so av álvara ferð á vanliga ferðmiklu strandingarnar. Eina løtu megnaði Neistin at fylgja teimum, men um miðjan hálvleikin skrædnaði av álvara. Úr 17-14 broyttist støðan til 19-24, og so vóru týdningarmiklu stigini mest sum vís. At Neistin seinastu løtuna minkaði um munin, mundin bila minni í so máta. Strandingar eru framvegis bert tvey stig aftan fyri oddaliðið. Og megna teir aftur at vinna næsta vikuskifti, tá teir spæla móti KÍF, fer tað at síggja so heilt hampuligt út hjá teimum.

Fakta um dystin
Neistin-StÍF 24-26 (11-9)
Málskjúttar
Neistin: Blagoje Buha 10(1), Tróndur Kragesteen 5, Birgir Poulsen 4, Karl Oddmar Rasmussen 2, Dann Thorleifsson 1, Roar Dalsgarð 1, Kári Horn 1
StÍF: Alexandur Johansen 8(6), Artur Johansen 5, Bent Djurhuus 3, Borgar Danielsen 3, Bárður Danielsen 2, Jørmund Joensen 2
Brotskøst: Neistin 1, StÍF 9
Útvísingar: Neistin 6, StÍF 2
Diskvalifikatión: StÍF 1 (Beinleiðis reytt)
Dómarar: Kristian Johansen & Sámal Paulason