Manshondbóltur
Bert ein dystur verður í bestu mansdeildini í hondbólti ehtta vikuskiftið. Hetta er tá VÍF vitjar Neistan í Havnini, og er hetta samstundis seinasta forðingin hjá VÍF fyri at kunna verða partur av eini sannari FM-finalu í seinasta umfarinum. Hetta er nevnliga næst seinasti dysturin hjá VÍF, og fáast tvey stig burtur úr hesum, kann munurin upp til strandingar í mesta lagi vera tvey stig undan seinasta dystinum.
Tí er einki at ivast í, at VÍF fer at seta øll segl til í royndunum at vinna, og á pappírinum mugu teir eisini roknast sum favorittar. Í øllum førum hava teir vunnið hampuliga sannførandi hinar tríggjar dystirnar móti Neistanum í ár, og í veruleikanum er størsta forðingin kanska av mentalum slag. Mikukvøldið var um reppið, at teir taptu fyri Tjaldri, tá tankarnir kanska longu vóru frammi hjá 12. apríl, og verður sama mistakið framt aftur hesaferð, er als ikki víst, at teir sleppa eins væl.
Hjá Neistanum er tað nevnliga soleiðis, at fáa teir ikki stig, so verður talan helst heldur ikki um heiðursmerki í ár. Undan kappiongarárinum vóru kanska heldur ikki so mong, sum høvdu roknað við hesum, men eftir at hava verið partur av oddastríðnum alt grundspælið, man tað í øllum førum kennast hugstoytt, at so skal vera.
Enn hava teir bláu úr høvuðsstaðnum tó møguleikan, men hart verður tað í øllum førum. Umframt komandi dystin móti VÍF, eru mótstøðulini StÍF og Kyndil, so skal Neistin hava heiðursmerki, mugu teir í øllum førum stríðast fyri hesum.










