Neistin kærir umaftur – men onki hald er í

Á botninum á dómara­seðl­inum stendur, sum við­merk­ing, at »Neistin ger vart við, at Áki G. Olsen hevur karantenu«, men hetta kemur ikki at hava nakra ávirkan, tí Neistin hevur mistikið seg.

Tað teir, eftir øllum at døma, royna at halda seg til, er, at Áki G. Olsen skuldi havt leikbann, tá upprunaligi dysturin 18. januar varð spældur millum Neistan og VÍF.

Hetta er ikki rætt, tí tá spældi Áki G. Olsen og fekk enntá seks mál.

Hevði tað verið, at hann hevði leikbann til uppruna­dystin, so kundi tað heldur ikki ávirka henda dystin, tí sambært reglunum skuldi hann sitið yvir í fyrsta dyst­inum eftir úrskurðin hjá ítróttardómstólinum.

Hinvegin var Áki G. Ol­sen leikbannaður 4. jan­uar, tá Neistin og VÍF eisini spældu, men tá spældi hann ikki, og tað er eftir øllum at døma hetta, Neistin hevur blandað við.

So nú. Langt um leingi er dysturin, sum hevur verið í øllum instansum í ítróttini avgreiddur.

Gongdin í málinum var, at fyrst kærdi VÍF til kapp­ingar­nevndina og fekk við hald. Síðani hevur Neistin bæði kært til dómsnevnd og ítróttardómstól, og í báðum førum endaði við, at Neistin tapti.

Upprunadystin vann Neist­in við einum máli, men í gjár dró VÍF longra stráið.

Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Inga Olsen, venjara hjá Neistan­um.

-eij