Neistin kærir til Ítróttardómstólin

Hóast tað sá út til, at Neistin fór at sleppa málinum um kæruna frá VÍF um dystin tann 18. januar, hevur Neistin kortini latið Ítróttardómstólinum hjá ÍSF eina kæru um úrskurðin hjá Dómsnevndini í Hondbóltssambandinum. Eisini er biðið um innlit í málsviðgerðina hjá Dómsnevndini

HONDBÓLTUR

 

Smáar tveir tímar undan dystinum millum VÍF og Neistan í Vestmanna seinnapartin í gjár bar formaðurin í Neistanum, Kjartan Thomasen, skrivstovuni hjá ÍSF ein brævbjálva við einari kæru, sum taldi tilsamans 28 síður.

Sostatt gjørdist endin á málinum um dystin millum Neistan og VÍF í Havn tann 18. januar ikki, at úrskurðurin, sum Dómsnevndin hjá Hondbóltssambandinum gjørdi fríggjadagin 20. februar, bleiv standandi sum seinasta orðið. Var hann tað, so skuldi dysturin spælast umaftur innan 28. mars – og tað hevði so verið tað.

Hóast Neistin nú hevur kært úrskurðin hjá Dómsnevndini, ber sjálvandi framvegis til, at útgangurin av málinum verður tann sami, men eingin veit nakað um tað at siga, fyrr enn Ítróttardómstólurin hjá ÍSF hevur viðgjørt kæruna frá Neistanum og er komin við sínum úrskurði.

Kjartan Thomasen sigur fyri Sosialinum, at nevndin í Neistanum vildi halda kortini tætt at kroppinum og einki siga um kæruna, so hon ikki upp á nakran máta skuldi ávirka spælararnar, sum í gjár skuldu spæla dyst – júst ímóti VÍF, sum byrjaði málið við einari kæru um, at eitt mál hjá VÍF var kolldømt í hálvleikssteðginum í nevnda dysti.

 

Betri skil á

VÍF fekk fyrst viðhald frá Kappingarnevndini hjá Hondbóltssambandinum, sum mælti til at strika dystin, sum Neistin upprunaliga vann við einum máli, og spæla hann umaftur. Tann úrskurðin kærdi Neistin til Dómsnevndina, sum stórt sæð kom til somu niðurstøðu, og tí er Neistin nú farin til Ítróttardómstólin við málinum.

Kjartan Thomasen sigur, at hetta er blivið til eitt prinsippmál, har nógv annað er at taka støðu til, enn bara hetta kolldømda málið.

– Vónandi kann henda kæran gera sítt til, at betri skil kemur á Hondbóltssambandið upp á longri sikti, og serliga umsitingina. Tað, sum umsitingin er komin við í hesum máli, hevur verri enn so verið nøktandi, sigur hann vísir á, at Neistin tí eisini hevur biðið Hondbóltssambandið um innlit í málsviðgerðina hjá Dómsnevndini í hesum serliga málinum.

– Millum annað hevði Dómsnevndin dómararnar frá dystinum inni til hoyringar, men vit hava ikki fingið nakra frágreiðing um tað. Vit hava tí biðið um at fáa kærufreistina longda, so vit kunnu seta okkum inn í tað tilfar, dómsnevndin enn ikki hevur latið okkum.

 

Ivi sáddur um limirnar

Í kæruni til Ítróttardómstólin verður eisini ivi sáddur um førleikan hjá Dómsnevndini, og har verður millum annað ført fram, at eftir donsku reglunum fyri dómsnevndir, hevur helst eingin av limunum í Dómsnevndini hjá Hondbóltssambandinum neyðuga førleikan til at sita har.

Men eisini heldur Neistin fast við, at VÍF ikki undir sjálvum dystinum tann 18. januar á rættan hátt gjørdi vart við seg.

– Eftir reglunum skal mótmælast beinanvegin og uttan íhald, men tað gjørdu vestmenningar jú ikki. Teir fóru út til hálvleik og hvíldu seg, og ikki fyrr enn teir komu innaftur, fóru teir at mótmæla. Men eftir reglunum var tað ov seint, so tað gera vit sjálvandi enn eina ferð vart við í hesi síðstu kæruni.