Neistin kærir aftur

Nýklaktu steypavinnararnir meta VÍF hava gjørt prosedurufeil í sínari kæru, og hartil meta teir niðurstøðuna hjá Kappingarnevndini byggja á eina ógvuliga veiku hypotesu

Hondbóltur

 

Seinasta sunnukvøld fingu Vestmenningar at vita, at teir fingu viðhald frá Kappingarnevndini hjá HSF í kæruni, sum teir høvdu sent inn um dystin móti Neistanum tann 18. januar.

Neistin vann dystin 38-37, men vestmenningar kærdu alt fyri eitt eina dómaraavgerð, sum beint undan steðginum kostaði VÍF eitt mál.

 

Hypotetisk støða

Tað eru fleiri orsøkir til, at Neistin hevur valt at kæra úrskurðin hjá Kappingarnevndini.

Ein teirra er, at felagið metir avgerðina hjá Kappingarnevndini byggja á sera veikt grundarlag. Fortreytin hjá Kappingarnevndini fyri at áseta nýggjan dyst er, at VÍF »møguliga« kundi fingið eitt mál afturat í fyrra hálvleiki, um dómararnir høvdu dømt fríkastið at verða tikið av nýggjum. »Ein retrospektiv hypotesa« kallar Neistin hetta fyri í sínari kæru.

 

Prosedurufeilur

Hartil førir Neistin í kæruni fram, at talan eisini er um prosedurufeil hjá VÍF.

Í fyrsta lagi verður sagt, at fordømir úr eitt nú donskum hondbólti staðfesta, at skal kærast um dómaraavgerð, eigur hendan at verað inngivin alt fyri eitt. Og kærandi felagið skal tá nokta at taka spælið uppaftur, fyrr enn dysturin byrjar aftur.

Neistin vísir í hesum sambandi á, at tað á dómaraseðlinum ikki framgongur, at nøkur protest er latin inn, og at hesin tí ikki kann nýtast sum grundarlag fyri kæruni. Hartil førir Neistin fram, at tá VÍF ikki hevur tryggjað sær, at teirra mótmæli er skrásett, hevur felagið í veruleikanum góðtikið avgerðina.

Og í triðja lagi finst Neistin eisini at Kappingarnevndini, sum felagið ikki metir hevur røkt sínar skyldur, tá tað ræður um at kunna seg nóg væl í málinum.

Samanlagt telur kæran frá Neistanum til Dómsnevndina níggju punkt, og skal Dómsnevndin altso taka støðu til hesi.