KÍF-Neistin 25-33 (12-19)
Neistamenn kapprenna í løtuni við H71 um pláss í FM-finaluni. Og nýkosnu steypavinnararnir ivaðust ikki tað minsta, tá teir í dag vitjaðu í Kollafirði.
Eins og í seinnu hálvfinaluni millum liðini vann Neistin sær tíðliga í dystinum eina trygga leiðslu, og tað var ongan tíð nakað, sum KÍF fekk gjørt nakað við.
Besti málskjúttin hjá KÍF í dystinum var Niklas Reginson, sum skeyt 6 mál. Tað sama gjørdu David Edvardsen og Áki Mørk fyri Neistan.