Neistin í steypafinaluni

Aganevndin hevur givið Neistanum viðhald í steypakappingini, men felagið tapur landskappingardystin móti Kyndli

Aganevndin hjá hondbóltssambandinum hevur tikið avgerð í umstrídda málinum um ólógligan spælara hjá Neistanum í hálvfinalunum í steypakappingini, og í landskappingardystinum móti Kyndli.

 

Les eisini: Úrskurðurin hjá Aganevndini

 

Aganevndin hevur staðfest, at umrøddi spælarin ikki er ólógligur í steypakappingini. Tí er tað Neistin, sum skal spæla steypafinaluna móti Kyndli leygardagin.

 

Her verður víst til, at í steypakappingini eru ikki somu reglar galdandi fyri landskappingina. Kappingarreglarnar siga, at U17 spælarar hjá gentum kunnu spæla í næstbestu deildini og lægri deildum. Tá tað er vanligt, at lið úr lægri deildunum eru við í steypakappingini, so verður tað ikki roknað sum brot á reglugerðina.

 

Hinvegin, so tapur Neistin oddadystin í landskappingini móti Kyndli, tí umrøddi spælarin er ólógligur í landskappingini. Spælarar skulu hava fylt 17 ár fyri 1.  januar íkappingarárinum fyri at hava loyvi at spæla í fremstu kappingardeildini.

 

Kyndil hevur 14 dagar at kæra málið.