Neistin hugsar um finalurnar

Nevndin í Neistanum hevur ikki tikið støðu til, um hon ætlar at kæra dómin.

Nenvdin í Neistanum hevur ongan skund við at taka avgerð, hvørs felagið ætlar at kæra dómin hjá aganevnd HSFs um, at fremsta kvinnulið teirra vegna ólógligan leikara er dømt at tapa dystin ímóti grannunum úr Kyndli, ið varð spældur sunnudagin.


- Kærufreistin er 14 dagar. Nú taka vit finaluna fyrst, og vit hava ríkiligt við tíð at fyrireika okkum til hatta málið, sigur formaðurin í Neistanum, Kjartan Thomassen, við in.fo í kvøld.


Hann sigur, at nevndin í felagnum er savnað í kvøld, men at tað einans er fyri at fyrireika finalurnar um vikuskiftið.


- So hatta málið verður í øllum førum liggjandi til mánadagin, leggur hann afturat.