Neistin hugnaði sær til stórsigur

Leygardagin staðfestu Neistakvinnur sína støðu sum oddalið í Sunset-kappingini. Málini komu allastaðni frá, tá ið tær bláu veruliga gjørdu av við Tjaldur. Heili 43-17 vunnu tær, eftir at hálvleiksstøðan var 23-11.

Tað sást, at talan var um topp ímóti botni. Neistakvinnur runnu alt fyri eitt undan, og tá ið hálvleikur var, var støðan 23-11.

Í seinna hálvleiki helt sama gongdin fram. Tjaldur, sum spældi uttan Adinu Petrea og bara hevði ein útskiftara, hevði ilt við at bróta seg ígjøgnum, og serliga var tað umvegis skjótálop, at málini hjá Neistanum skolaðu inn. Ímóti dystarenda sluppu fleiri av teimum ungu leikarunum hjá Neistanum at royna seg, og fingu tær báðar 18 ára gomlu, Nanna í Stórustovu og Stina av Kák Kollsker, eitt mál í part.

Neistin vann dystin 43-17 og heldur harvið fjarstøðuna niður til hini liðini. Neistin hevur nú 22 stig fyri 12 dystir, meðan VB og Stjørnan hava 16 stig fyri ávikavist 11 og 12 dystir.


Neistin – Tjaldur 42-17 (23-11)

Neistin: Nicoleta R. Hansen (10) Jacklin Durhuus (8) Barbara Brauer (7) Marjun F. Danberg (7) Birita Wardum (4) Anja Eliasen (2) Annika Thomsen (2) Nanna í Stórustovu (1) Stina av Kák Kollsker (1)

Útvísingar: 2x2min.

Tjaldur: Adina Petrea (7) Ansy Sevdal (5) Rannvá Jacobsen (3) Sólfríða Pattinson (1)

Útvísingar: 3x2min.