Neistakvinnur vistu, at skuldu tær fylgja við í oddastríðnum í kvinnukappingini, so skuldu tær helst vinna móti Kyndli sunnudagin. Og í øllum førum var næstan um lív at gera, at dysturin ikki varð taptur.
At talan so eisini var um fyrsta dystin við nýggja venjaranum, sum her skuldi royna seg móti felagnum, sum hann altíð hevur umboðað, gjørdi ikki spenningin undan dystinum minni.
Tað sást eisini á spælinum, at nervar vóru við, men tær bláu løgdu nógv fyri, og støðugt hildu tær seg eitt vet framman fyri grannarnar.
Seinasta korterið fór tó av álvara at ridla. Við Simonu Petersen sum eirindaleysum skjútta vann Kyndil seg framum Neistan, sum tó javnaði aftur við brotskasti, tá ein minuttur var eftir.
Í seinasta álopinum fekk Kyndil brotskast, og Simona kundi skotið øll stigini heim, men tað eydnaðist henni ikki at fáa bóltin í meskarnar.
Hóast sigurin sjálvandi var tað, sum liðini fóru eftir, so ber eisini til hjá teimum at liva við javnleikinum. Munurin frá Kyndli til Neistan er bara tvey stig, og saman við VB stríðast tær nú um pláss í FM-finaluni, har alt í løtuni bendir á, at VÍF er hitt liðið.
- - -
Neistin - Kyndil 18-18 (11-8)
10 min: 5-5
20 min: 7-7
40 min: 13-11
50 min: 17-16
Neistin: Rakul Augustinussen 4, Súsanna Nólsoy 3, Bára Hansen 3,
Jacklin Durhuus 3(1), Eir Berg 2, Nicoleta R. Hansen 2, Birita Jacobsen 2
Kyndil: Simona Petersen 7(1), Anna Brimnes 4, Bjarta D. Johansen 3,
Jórun S. Ludvig 2, Anna Sofía Mohr 1
Brotskøst: Neistin 2/1, Kyndil 2/1
Útvísingar: Neistin 1, Kyndil 1










