Neistin hevur ikki slept

VB-Neistin 22-29

VB gagnnýtti ikki møguleikan, tá tær í dag kundu endaliga seta Neistan av í dystinum um at røkka Sunset-finaluni.

Neistin, sum loksins fekk viðrák við sigrinum á StÍF um vikuskiftið, vann nevnliga trivaligan sigur á heimaliðnum.

Við sigrinum er Neistin nú tvey stig frá VB í dystinum um næst fremsta plássið í Sunset-deildini.