Hondbóltur
Eftir at hava hingið væl í oddinum fyrsta fjórðingin av landskappingini, er tað av álvara farið at dragna hjá strandingum.
Leygardagin vitjaðu teir hjá Neistanum, og aftur hesa ferð gjørdist talan um tap. Og enntá talan um tap, har StÍF ongan tíð veruliga var í nær námind sigrinum.
Neistin var liðið, sum byrjaði dystin betur, og teir hóttu fleiri ferðir við at renna undan gestunum. Fyri steðgin eydnaðist tað tó fleiri ferðir hjá StÍF at svara aftur, men tað gjørdist dekan ov tungt, tá teir bláu við seks málum á rað øktu til 17-10 nakað fyri steðgin. StÍF fekk minkað nakað um aftur, men tá heimaliðið aftur økti í stórum beint eftir steðgin, var krútið púrasta uppi.
Í ongamannalandi
Hjá Neistanum hevur leikliga framgongdin verið stór seinastu dystirnar, og leygardagurin prógvaði í so máta, at teir skjótt kunnu venda tonkunum móti einum plássi í FM-finaluni. Kanska eru teir ikki einsamallir um at greiða tann spurningin, men í løtuni tykist eingin at standa teimum kurl, og ikki vigaði útivøllarsigurin móti H71 her fyri sera nógv í roknskapinum.
Hjá strandingum tykist kósin hinvegin vera sett í ongamannaland. StÍF var annars væl við fyrstu nógvu umførini av kappingini, men seinastu vikurnar er nógv mist, og eina mest tykist tað nú vera í steypakappingini, at teir kunnu gera vart við seg. Tað eru teir hinvegin eisini vanir við, so tað kundi væl hent seg, at teir enn eina ferð toppa longu í februar mánaði.
Fakta um dystin
Neistin-StÍF 33-27 (17-14)
10 min: 6-5
20 min: 10-8
40 min: 24-17
50 min: 27-23
Málskjúttar
Neistin: Tróndur Kragesteen 8, Blagoje Buha 7(1), Áki Mørk 6(1), Karl Herup Olsen 4, Finnur Hansson 4, David Edvardsen 2, Bogi Berg 1, Jugoslav Djumic 1
StÍF: Bárður B. Danielsen 7, Rúni Johansen 7, Mortan Hansen 4, André F. Danielsen 4, Alexandur Johansen 2, Bent Djurhuus 1, Hávardur Trýgvason 1, Pauli G. Hansen 1
Brotskøst: Neistin 4, StÍF 1
Útvísingar: StÍF 2
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen