Neistin hevði yvirskotið

Hóast dysturin millum VÍF/Tjaldur og Neistan sum so ikki hevði nakran týdning, megnaðu gestirnir ta síðstu løtuna at spæla sannførandi og vinna ein annars javnan dyst greitt.

Longu áðrenn liðini fóru á vøllin í Vestmanna var greitt, at hetta var ein dystur, ið bara skuldi spælast, og at hvørki av liðunum fór ein ella annan veg, hvussu úrslitið enn bleiv. VÍF/Tjaldur hevði longu mist sín finalumøguleika og Neistin hevur langt síðani tryggjað sær bæði finaluplássið og heimavøll tvær ferðir, skuldi verið neyðugt við meira enn tveimum finaludystum.
Tað gekk eisini javnt á tað allarmesta av dystinum, líka til miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá tað var javnleikur, 21-21, men Neistin so fyrst gjørdi eitt lop upp á 21-24 og síðani 22-27. Harvið var dysturin væl og virðiliga avgjørdur, og Neistin fekk so ímóti triðbesta liðnum roynt ymiskt av tí, ið kanska kann koma til góðar í FM-finalunum ímóti Kyndli.
Í avgerandi løtunum ímóti endanum vísti Kristina Griksaite sína styrki, tá hon tók tað allarmesta og fleiri ferðir sendi bóltin skilagott í spæl aftur. Munurin ímóti endanum var nokk fyrst og fremst, at Neistin fekk mál burtur úr sínum skjótálopum, og tað fekk VÍF/Tjaldur ikki.
Hóast avrikið hjá Neistanum kanska ikki var líka sannførandi allan dystin, fekk liðið enn einaferð ímóti endanum víst, at tað hevur neyðuga yvirskotið til at avgera dystirnar. Tað er avgjørt ein dygd, sum í stóran mun hevur gjørt Neistan til greiða FM-favorittin hjá kvinnunum aftur í ár.

VÍF/Tjaldur: Liljan Djurhuus 11 (3), Adina Petrea 8, Annika Patti 2, Halla Durhuus 1, Amanda Kristiansen 1, Tóra Seloy 1
Neistin: Nicoleta Radu Hansen 8, Barbara Brauer 6 (1), Jacklin Durhuus 4, Bára Hansen 4, Marjun Danberg 2, Birita Jacobsen 2, Rakul Augustinussen 1, Eir Berg 1, Unnur Danielsen 1
Dómarar: Kári Hansen & Karsten Joensen



MYNDATEKSTUR:

Hóast tað fyri tað mesta gekk javnt á, eydnaðist Neistanum ta síðstu løtuna at fara avgerandi frá VÍF/Tjaldur og vinna
Savnsmynd: Álvur Haraldsen