Neistin hevði ongan kjans

Kyndil skúmaði við fullari ferð, tá teir sunnudagin vunnu lættliga á grannunum úr Neistanum

Hondbóltur

Spenningurin var ikki tann stóri, tá Neistin sunnudagin tók ímóti Kyndli. Á pappírinum skuldi talan verða um avgreiðsluspurning hjá Kyndli, og tann veruleikan staðfestu teir eisini heilt skjótt.
Longu eftir fyrsta korterinum stóð 3-11 á talvuni, og so var ballið líka sum búið hjá Neistanum.
Tað, sum eftir var av dystinum, var tað Kyndil, sum sat við róðurspinnin. Onkra lítla løtu fekk Neistin minkað nakað um munin, og við einum væl leikandi Magnus Matras megnaðu teir eisini at halda muninum nakað niðri. Men nær nøkrum stigi komu teir ongantíð. Til tess var styrkismunurin ov stórur.
Neistin hevur annars í onkrum løtum gjørt ein vørr móti ovaru liðunum, og bæði móti VÍF og - serliga - StÍF hava ungu Neista-menninir roynst væl. Men tá talan er um sterkaru liðini, og hesi ikki fella í grøvina, sum tað kann vera, tá lið verða undirmett, so er ikki tað stóra at gera.
Við sigrinum streyk Kyndil fyribils upp á oddasessin. Ein oddasess, sum teir í øllum førum eiga fram til mikudagin. Tá spæla H71 og VÍF sínamillum dystin.

Fakta um dystin
Neistin-Kyndil 21-32 (8-14)
Málskjúttar
Neistin: Blagoje Buha 4(2), Birgir Poulsen 3(1), Áki Mørk 3, Tróndur Kragesteen 3, Jóhan Brekkstein 2, Karl Oddmar Rasmussen 2, Jens Mohr 1, Karl Herup Olsen 1, Rani Slættanes 1, Kári Horn 1
Kyndil: Høgni Klein 7(1), Rókur Akralíð 6, Janus Einar Sørensen 6(3), Hjalti M. Jacobsen 4, Hans Áki Dal Christiansen 4, Ragnar Stakkstund 3, Hans Arni Thomsen 1, Poul Rói Mohr 1
Brotskøst: Neistin 5, Kyndil 8
Útvísingar: Neistin 8, Kyndil 4
Dómarar: Dánjal Samuelsen & Heri Petersen.