Neistin var um reppið at vinna sær óvæntað stig, tá Stjørnan vitjaði í dag.
Tað eydnaðist Stjørnuni at vinna dystin, men í løtum hótti Neistin av álvara við at taka sær eitt ella kanska tvey óvæntað stig.
Bæði fyrsta og seinasta partin av seinna hálvleiki koyrdi Neista-verjan sera væl, men í álopinum eydnaðist ikki í nóg stóran mun at skjóta neyðugu málini, og so vann oddaliðið enn einaferð tvey stig, soleiðis at oddasessurin mest sum er sementeraður.
Katrin á Neystabø skoraði 7 av málunum hjá Neistanum. Fyri Stjørnuna skeyt Valentina Suciou somuleiðis 7 mál.
Neistin-Stjørnan 24-26 (12-15)