Hondbóltur
Tað tók sína tíð, áðrenn Neistin veruliga kom í snúningar í dystinum móti VÍF leygardagin. Bláu kvinnurnar høvdu stórar trupulleikar í Vestmanna fyrr í heyst, og fyrstu 20 minuttirnar ella so høvdu hesir hug at endurtaka seg sjálvar.
Ein løtu sveik konsentratiónin hjá heimaliðnum tó, og so vóru tær bláu skjótar at revsa við kviku kontra-álopunum, sum eru vørumerkið hjá liðnum. Seinastu løtnua av fyrra hálvleiki vann Neistin ikki minni enn 5-1, og so høvdu tær vunnið sær neyðugu leiðsluna.
Og hana høvdu tær als ongan hug at missa, tá farið varð undir seinna hálvleik. At tær á heimaliðnum eisini tóktust hava mist mótið hesa løtuna, gav Neistanum heilt lætt spæl eina løtu, og hetta høvið nýttu tær til at beina allan iva um úrslitið burtur.
Við sigrinum helt Neistin fast um støðuna á stigatalvuni, har tær í løtuni eru besta boðið til finalumótstøðu hjá Stjørnuni. Hjá VÍF er støðan nakað meira sperd. Liðið er nú á aftastas sessinum í Sunset-kappingini, og tó at nógvir dystir enn eru eftir at spæla, so skerst ikki burtur, at støðan er trupul. StÍF og Kyndil hava her ein fyrimun upp á tvey stig, og tí verður helst neyðugt við seks av átta stigum í botnuppgerðunum, um VÍF eisini skal spæla í Sunset-kappingini komandi kappingarár.
Fakta um dystin
Neistin-VÍF 23-30 (9-13)
10 min: 2-3
20 min: 6-8
40 min: 13-19
50 min: 16-27
Málskjúttar
VÍF: Ioana Rapa 10, Heidi Joensen 5, Fríða Marjunardóttir 3, Liljan Djurhuus 3, Trogunn Herlufsdóttir 2
Neistin: Nicoleta Radu Hansen 14(1), Ása á Neystabø 5, Unn J. Kragesteen 5, Elin Stakksund 3, Anja Heinadóttir 1, Helena á Krákusteini 1, Rakul Augustinussen 1
Brotskøst: VÍF 1, Neistin 2
Útvísingar: VÍF 5, Neistin 3
Dómarar: Hans Thomassen & Hanus Kúrberg