Neistin heldur tørn

Eftir sigurin á KÍF eru bláu havnarmenninir nú á odda í bestu deildini

KÍF-Neistin 25-31 (17-15)


Neistamenn fingu ein lítlan skelk, tá teir leygardagin vitjaðu KÍF í Vestmanna. Eftir fyrra hálva tíman vóru tað kollfirðingar, sum vóru á odda, og skal rætt vera rætt, so var hetta eisini væl og virðiliga uppiborið.

Í seinna hálvleiki mentist Neistin tó nakað, men tá Heini Joensen fekk reyða kortið, var brádliga líkt til, at KÍF kortini kundi gera ein vørr. Hetta hendi tó ongantíð. M.a. tí Iljan Topic stutt eftir fekk bæði aðru og triðju útvísing sína og harvið reytt kort. Yvir høvur var seinasta løtan av dystinum eins nógv merkt av dómaraavrikinum, sum ikki var hitt besta, men summa summarum er, at Neistin aftur fekk tryggjað sær tvey stig, soleiðis at teir nú eru framman fyri VÍF.