Neistin sýndi aftur hóskvøldið, at hóast møguleikin fyri heiðursmerkjum er lítil, so eru tær framvegis ov sterkar hjá teimum trimm niðastu liðunum.
Hóskvøldið avgreiddu tær útsetta dystin á Giljanesi, og tó at Neistin sum vant hevði stórar trupulleikar av vágakvinnunum, so megnaðu tær aftur at draga fult.
Alt tóktist ganga so nøkunlunda á leið hjá gestunum fyrstu longu løtuna av dystinum, men undan steðginum tók Søljan veruligt dik á seg. 5-7 varð broytt til 10-8, og so var spenningur av álvara í dystinum. Hesin helt sær eisini til nakað inn í seinna hálvleik, men við 13-13 fór at standa fast hjá gestunum. Nicoleta Radu varð nú hildin burtur frá fatinum, og uttan hana at seta álitið á, megnaðu vertirnir ikki at fylgja við bláu mótstøðuni, sum spakuliga økti leiðsluna.
Eina løtu megnaði Søljan tó at skapa spenning í aftur, men tá tær misnýttu brotskast við støðuni, 19-21, og Neistin síðani skoraði, var leyst og liðugt. Heimaliðið visti nú, at møguleikin fyri einum óvæntaðum úrsliti var fokin, og so kundi Neistin enn einaferð taka tvey stig við sær eftir dyst móti einum av niðaru liðunum.
Dysturin í tølum
Søljan-Neistin 20-24 (10-8)
Málskjúttar
Søljan: Nicoleta Radu 7(3), Heidi Maria Akselsen 5, Hertha Simonsen 3, Irdi Mikkelsen 2, Arnleyg Haraldsen 1, Fía Selma Nielsen 1, Heidi Haraldsen 1
Neistin: Simona Dziugyte 9(4), Lina Andriulyte 5, Lív Sørensen 5(2), Marjun Tróndarson 4, Anna Clementsen 1
Brotskøst: Søljan 5, Neistin 10
Útvísingar: Søljan 5, Neistin 3
Diskvalifikatión: Søljan 1 (3X2 minuttir)
Dómarar úr H71: Jákup Símun Simonsen & Høgni M. Joensen.









