Neistin heldur ondini: Barbara skadd til venjing

Tað mundi renna kalt niðureftir rygginum á spælarunum og venjarunum hjá Neistanum, tá Barbara Brauer fekk ein ordans stoyt til venjing mikukvøldið.

 

Barbara Brauer er stjørnuspælarin hjá Neistanum. Hon er ársins álopsspælari, og er toppskjútti í hesum kappingarárinum við 113 málum. Tað eru 24 mál fleiri enn Rebekka Justinussen, sum hevur skotið næst flest.

 

- Tað er rætt, at Barbara fekk ein stoyt til venjing mikukvøldið, men hon hevur vant síðani, sigur Kári Horn, venjari hjá Neistanum í stuttari viðmerking til portalin í dag.

 

Talan er um eitt trælær, sum Kári Horn vónar ikki fer at arga toppskjúttan á liðnum í steypafinaluni í morgin.

 

Neistin, sum hevur vunnið allar dystirnar í hesum kappingarárinum, er favorittur at vinna steypafinaluna, sum verður í morgin klokkan 13.30 móti VB.