Neistin tók í dag móti StÍF, og her var um reppið, at teir bláu mistu sigurin móti endanum. Neistin var annars greitt omaná fyrra partin av dystinum, men eftir steðgin kom vend í. Fáar minuttir fyri leikloki hevði StÍF enntá vunnið seg framum, men við teimum báðum seinastu málunum í dystinum eydnaðist Neistanum at vinna sær sigurin.
Neistin hevur nú átta stig fyri seks dystir, og tað sama hava VÍF og KÍF. H71 og Kyndil hava seks stig
H71-KÍF 28-25
Neistin-StÍF 24-23