Neistin heldur bronsuni

StÍF hevur annars havt hug at hótta triðja plássið hjá Neistanum, men í dag var sjáldan nakar ivi um, hvønn vegin dysturin skuldi koppa.

Neistin fekk takið um dystin alt fyri eitt, og tað eydnaðist ongan tíð hjá gestunum veruliga at nærkast heimaliðnum, sum við sigrinum staðfesti sína støðu sum triðbesta kvinnuliðið í landinum.

 

Neistin-StÍF 33-27 (17-11)