Tað stendur á jøvnum 1-1 í vunnum FM-finalum millum Neistan og H71 nú bæði liðini hava vunnið hvør sín dyst á útivølli. Í kvøld vann H71 greitt 32-23 á Neistanum. Í steðginum var H71 á odda 16-12. Úrslitið merkir, at tað verða minst tvær FM-finalur aftrat áðrenn meistarin í Okkaradeildini er funnin.
Tróndur Kragesteen var toppskjútti hjá Neistanum við fimm málum. Hilmar Leon Jakobsen gjørdist toppskjútti hjá H71 við níggju málum.
3. FM-finalan verður spæld í páskavikuni.
HER ber til at hoyra ljóðbrot frá FM1 frá dystinum:
1) Sjúrður Hoydal, frásøgumaður sigur frá seinastu løtuni av dystinum.
2) Samrøða við Sigmund Dahl hjá H71.
3) Samrøða við Pætur Mikkjalsson hjá Neistanum.
4) Dia Midjord, viðmerkjari tekur samanum dystin og setir nøkur hagtøl á dystin.