Coca-Cola kappingin, kvinnur
Hóskvøldið dystaðust kvinnuliðini hjá Neistanum og StÍF um um, hvør teirra skal vera við, tá lutur verður kastaður um hálvfinalurnar í steypakappingini.
Fyrstu góðu løtuna av dystinum var líkt til, at Neistin skuldi vinda burtur úr mótstøðuni, men so við og við kom StÍF alt betri fyri seg, og tá tær eftir lítla løtu í seinna hálvleiki høvdu fingið javnvág í, kom spenningur av álvara í.
Lioðini skiftust eftir hetta um at hava leiðsluna, og at StÍF ikki vnn, kunnu tær helst bert takka sær sjálvum fyri. Fimm minuttir fyri leiklok vóru tær nevnliga á odda við trimum málum, men síðani stóð fast, og við fýra málum á rað kundi Neistin toga sær sigurin heim.
Dysturin í tølum
Neistin-StÍF 21-20 (11-8)
Málskjúttar:
Neistin: Simona Dziugyte 6(1), Mildrið Jacobsen 5, Ata Høgnadóttir 3, Súna Mørk 2, Rakul Augustinussen 2, Ása á Neystabø 1, Susan Brockie 1
StÍF: Asta Petrauskiene 4(1), Alina Olaru 4, Poula D. Olsen 4, Anna Maria Berthelsen 4, Guðrun Ólavsdóttir 1, Signhild Petersen 1, Sunfríð B. Jacobsen 1
Brotskøst: Neistin 2, StÍF 5
Útvísingar: Neistin 1
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Eyðun Samuelsen.