Neistin gjørdi sína skyldu

Neistin hevði veruliga ryggin móti vegginum um vikuskiftið, og kravið var onki minni enn ein sigur, tá VÍF var á vitjan í høllini á Hálsi. Tá veruliga á stóð, vístu Neistamenn tó styrki, og avgjørdu til egnan fyrimun, eftir at hava verið aftanfyri við tveimum í hálvleikinum

HONDBÓLTUR

 

Neistin vann móti endanum við trimum málum um vikuskiftið, í dysti teirra móti VÍF í Atlantic Airways-kappingini. Neistin hevur annars víst óstøðugt spæl seinastu umførini, og nú Kyndil veruliga eru raknaðir við og andar grannunum tungt í nakkan, hevur Neistin ryggin móti múrinum. Hóast hesa sannroynd, megnaði Neistin at vinna 24-21 móti VÍF, í einum sera spenandi og tøttum dysti í høllini á Hálsi.

 

Taktikkurin virkaði

Hóast VÍF vóru á odda við 13-11 í hálvleikinum, fingu Neistamenn rakt taktiska uppleggið beint á høvdið, tí eftir steðgin fingu teir eina væla byrjan, og fingu javnað, nærum alt fyri eitt.

Eftir góðar tíggju minuttir av øðrum hálvleiki, fekk Neistin eisini lagt seg á odda, og tað støðuna lótu teir ikki sleppa aftur, og hildu munin alla restina av dystinum.

Tá tríggir minuttir írestaðu, tóku VÍF time-out, men tað riggaði als ikki, sum teir óivað høvdu ætla, tí frá at vera bert eitt mál aftanfyri, fullu teir alt fyri eitt trý mál afturum, samstundis sum teir fingu eina útvísing afturat, heilt móti endanum.

Besti málskjúttarnar hjá Neistanum vóru Karl Herup Olsen og Ingi Olsen við fimm málum hvør, meðan Agnar Joensen skoraði sjey mál fyri gestirnar úr VÍF.

 

Fakta um dystin

Neistin-VÍF 24-21 (11-13)

10 min: 5-3

20 min: 8-6

40 min: 15-14

50 min: 19-17

Málskjúttar

NEistin: Karl Herup Olsen 5, Ingi Olsen 5(2), Jugoslav Djumic 4, Dann Thorleifsson 3, Tróndur Kragesteen 2, Roar Dalsgarð 2, Bogi Berg 1, Johann Brekkstein 1, Blagoje Buha 1

VÍF: Agnar Joensen 7(1), Regin Joensen 4(2), Rúni Joensen 4, Joen P. Høgnesen 3, Karl J. Djurhuus 2, Niels Andreasen 1

Brotskøst: Neistin 3, VÍF 4

Útvísingar: Neistin 4, VÍF 4

Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen