Neistin gjørdi eitt sprell

Vestmannagentur fingu ein hvøkk mikukvøldið, men hesin vardi tó bert í korter. Restina av dystinum hevði VÍF fult tamarhald á støðuni

Neistin-VÍF 14-25 (9-13)

 

Hondbóltur

 

Tað var ikki sørt at Neistin tóktist tendraður, tá annað oddaliðnum úr Vestmanna kom á vitjan mikudkvøldið.

Talan var um kvinnudystin millum liðini bæði, og í mun til so nógv undanfarin ár, var støðan undan dystinum, at VÍF varð mett sum stórfavorittur at vinna dystin.

 

Fyrstu løtuna løgdu neistakvinnur tó lítið í hesa sannroynd. Tær meira ella minni sjokkstartaðu, og onkrar ábendingar tóktust vera um, at hetta kundi gerast ein sera torførur dystur hjá VÍF.

Í verjupartinum hekk millum lítið og einki saman hjá VÍf hesa løtuna. Eins og vanligt, so royndu tær at verja offensivt, men úrslitið gjørdist stór tómrúm innanfyri. Tómrúm, sum neistakvinnurnar dugdu væl at gera sær dælt av hesa løtuna.

Heldur ikki í álopspartinum gekst nakað serligt hjká gestunum hesa fyrstu løtuna. Neistaverjan tóktist væl skipað, og ikki minst stórspæl av Helenu Dam í málinum syrgdi fyri, at VÍF málini vóru fá í tali.

 

Orkan gekk undan

Soleiðis helt Neistin á at útbyggja leiðsluna, til fyrri hálvleikur var á leið hálvrunnin.

Tað tóktist tó alsamt greiðari, at í øllum førum á einum øki var VÍF langt frammanfyri, og var hetta viðvíkjandi orkuni.

Teknisku feilirnir á neistaliðnum gjørdist alsamt fleiri. Lættir bóltar vórðu tveittir burtur, og hóast VÍF eisini framdi fleiri líknandi mistøk, so byrjaði skriftin á vegginum at síggjast.

Ístaðin fyri at sláa kalt vatn í blóðið, og royna at draga ferðina niður, so royndi Neistin framhaldandi at halda leikferðini, og mistøkini gjørdust alsamt fleiri.

Verjuparturin viknaði eisini nógv, tí flytingar vórðu gjørdar. Sjálvandi eru flytingar og skiftingar neyðugar, men verður leikferðin sett niður, er ávirkanin av hesum í øllum førum minni.

Hjá VÍF gekk spælið hinvegin bara betri og betri. Sjálvsálitið, sum eina løtu tóktist vera burtur, kom í aftur spælið. Manuela Stan kom í málið, og umframt at taka hópin av skotum, syrgdi fyri at gongd kom á kontraspælið, og so gekk bert ein veg. Í málum var munurin í hálvleikinum ikki so stórur, men neyvan mundi nakar av áskoðarunum í høllini ivast í, at talan her fór at gerast um ein tryggan útisigur.

 

Einvegis ferðsla

At sigurin skuldi gerast somikið tryggur, sum hann at enda gjørdist, mundu áskoðararnir tó ikki gruna.

VÍF hevði nú fingið rættiliga gongd á verjuspælið, og fyrsta korterið av seinna hálvleiki ksoraði Neistin als ikki, og nú var tað ikki orsakað av framúr góðum málverjaspæli at so var. Neistakvinnurnar sluppu rætt og slætt ikki at skjóta.

Tað gjørdi neyvan støðuna hjá moyru havnargentunum, at teir, umframt at verða niðurspældar, eisini mistu tvær av týdningarmestu leikarunum í seinna hálvleiki. Fyrst datt Súna Mørk niður á vøllin, soleiðis at nakkin tók fyrst, og úrslitið var ein munagóð høvuðpína. Síðani fekk Inga Danberg reyåa kortið, tá hon heldur harðliga steðgaði Nikolinu Eyðbjørnsdóttir í einum mótálopi og fekk reytt kort fyri misgerðina. Reytt kort hevði talan undir øllum umstøðum verið um, tí hetta var triðja útvísingin hjá Ingu, men nú talan var um beinleiðis diskvalifikatión hevur hon leikbann komandi dystin.

 

Stórar uppgávur

Neistin skal tá undir eina alt annað enn lætta uppgávu, tá føroyameistararnir úr Klaksvík taka ímóti. Í fyrra dystin millum liðini var annars um reppið, at Neistin fekk stig burturúr, og í VÍF hava tær helst einki ímóti, at Neistin hesa ferð ger álvara burtur úr hóttanini.

Sjálvar hava vestmannagenturnar tó ivaleyst at hugsa um hetta vikuskiftið. VB kemur á vitjan, og skulu tær fylgja við oddaliðunum, so krevst helst ein sigur í hesum dysti.

 

Dysturin í tølum

Málskjúttar;

Neistin: Mildrid Jacobsen 4, Annika Thomsen 4, Súna Mørk 2(1), Susan Brockie 2, Inga F. Danberg 1, Birita wardum 1

VÍF: Sóleyð Mikkelsen 10(2), Ioana Rápa 6, Nicolina Eyðbjørnsdottir 3, Nicoleta Radu 3, Alice Høghamar 2, Manuela Stan 1

Brotskøst: Neistin 3, VÍF 5

Útvísingar: Neistin 4

Diskvalifikatión: Neistin 1 (Beinleiðis reytt)