Sunset deildin hjá kvinnum fór í gongd sunnudagin. Bert ein dystur var á skránni, har Neistin tók ímóti StÍF í høllini á Hálsi.
Neistin lat ongantíð nakran iva vera um, at tær vóru betra liðið, og longu eftir fýra minuttum høvdu tær lagt seg á odda 4-0. So var støðið lagt, og leiðslan bara øktist, sum dysturin leið. Í hálvleikinum høvdu tær økt enn meir um leiðsluna. Tá var støðan 17-9 til kvinnurnar hjá Neistanum.
Seinni hálvleikur byrjaði nakað sum tann fyrri. Neistin fekk fýra mál beinanvegin, og so vóru heili 12 mál á muni. Hesin munur var ov stórar hjá stranda kvinnum at taka aftur, og sum dysturin leið bleiv munurin øktur enn meir. Tá dómarin floytaði fyri seinastu ferð var støðan 32-17, og tað var ongantíð nakar ivi um sigurin sunnudagin.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Breiddin á muni
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Eftir dystin fingu vit orðið á Rakul Augustinussen. Hon segði, at tað var stórur munur á liðunum báðum, og at sigurin ongantíð var í vanda.
- Sjálvt um vit ikki spældu so væl í dag, so var sigurin ongantíð í vanda. Tað er týðiligt, at vit hava nógv fleiri strongir at spæla á. Vit kunnu skifta út allan dystin, soleiðis at frískir leikarar eru á vøllinum allan dystin.