Neistin skal aftur í summar royna seg í altjóða høpi. Tað vátta Niels Mortensen og Hjalmar H. Petersen, sum vara av besta mansliðnum hjá felagnum, fyri heimasíðuni hjá Neistanum. Neistin vann í februar steypakappingina, og tað gevur teimum atgongd til evropeisku kappingina fyri steypavinnarar. Og felagið hevur tikið av møguleikanum. Høvuðsstaðarfelagið royndi seg eisini í Evropa í fjør. Mótstøðuliðið var Lovcen úr Montenegro, og hóast tað eydnaðist føroyingunum at vinna á heimavølli, tapti liðið samanlagt.










