Neistin fekk hevnd fyri FM-finalu ósigurin

Neistakvinnur vunnu ein tepran sigur í høllini á Skála í kvøld

Savnsmynd frá farna kappingarári

Savnsmynd frá farna kappingarári

Fyri fyrstu ferð síðani tær fýra FM-finalurnar í SMS-deildini í farna kappingarári hittust StÍF og Neistin aftur í týðandi dysti. 

 

Hesaferð vóru tað silvurvinnararnir í farna kappingarári, Neistin sum vóru omaná við einum máli. Neistakvinnur knógvaðu heim ein 23-22 sigur aftaná javnleik 11-11 í steðginum.

 

Tað vóru serliga málverjarnar, Jovana Stranjanac hjá Neistanum og Momoko Nakamura sum vóru eyðsýndar í kvøld við nógvum góðum bjargingum.

 

Støðan í SMS-deildini nú er, at Kyndil er oddalið við fimm stigum. Stjørnan og Neistin hava fýra stig hvør. H71 hevur trý stig, StÍF hevur tvey stig, og aftast eru VB og EB við ongum stigi. 

 

Komandi leygardag spæla Neistin og H71 klokkan 15, og Kyndil og Stjørnan spæla klokkan 19. Báðir dystirnir vera leiktir í høllini á Hálsi í Havn.

 

StÍF-Neistin 22-23 (11-11)

 

Málskjúttar StÍF: Haruka Gima 6, Guðrið Ellingsgaard 5, Rebekka Justinussen 4, Poula Dulavík 2, Mao Otani 2, Karina Høgnesen 1, Emmy Kass 1, Rebekka Zachariassen 1.

 

Málskjúttar Neistin: Nada Pejovic 8, Maria P. Nólsoy 4, Sára S. Mikkelsen 3, Frida H. Jacobsen 3, Hervør Niclasen 2, Rakul Magnussen 1, Ingunn Kristina Persson 1, Sólbjørt Høj 1. 

 

 

 

Savnsmynd frá farna kappingarári

Savnsmynd frá farna kappingarári