Tjaldur-Neisitn 23-25 (11-17)
Hondbóltur
Spenningurin var stórur í Runavíkini undan dystinum millum Tjaldur og Neistan.
Meðan tað hevur gingið av skriðuni til hjá Neistanum, hevur Tjaldur veruliga fingið ferð á í seinastuni, og tí vóru helst mong, sum vónaðu, at liðið eisini fór at knógva føroyameistarunum.
Tey fingu tó sum frammaná, tá dysturin byrjaði, tí Neistin legði fyri sum eitt óløgið. Seinni í dystinum fekk Tjaldur tó samband aftur við teir, men nærri enn einum máli komu teir tó ongantíð.
Vóru uppsettir
Jákup Sverri Kass, sum hesu ferð var toppskjútti hjá Neistanum, segði eftir dystin, at nú roknaði hann við, at skeiva gongdin var vend.
- Tað er heilt klárt, at moralurin á liðnum hevur betri síðstu tíðina. Hetta hevur eisini verið at sæð aftur undir venjing, og tað gevur so eisini úrslit í dysti, sigur Jákup Sverri.
- Trupulleikin hjá okkum hevur eisini verið, at vit ikki hava duga at takla niðurtúrin, sum vit hava havt í ár. Kanska tí tað í fjør gekst okkum so væl.
- Vit hava jú mist fleiri berandi spælarar, og í kvøld var Kári heldur ikki við (bortið fingurin), so nú ráddi um at taka ábyrgd, sigur løgtingsmaðurin.
- Hesu ferð vóru vit veruliga uppsettir til dystin. Taktikkfundur var longu í gjár, og tað kendist alla tíðina, sum um allir leikararnir veruliga fóru á vøllin fyri at vinna.
Ungt lið
Annars fegnaðist Jákup Sverri serliga um, at tað var við einum somikið ungum liði, at Neistin hevði reist seg mikuvøldið.
Verður sæð burtur frá teimum báðum, Jacob og Lars, so var elsti maður á liðnm Jákup Sverri sjálvur, og við sínum 23 árum, kann hann ikki roknast sum nakar gamal spælari.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Tjaldur: Sverri Justinussen 8, Zoran Sarchevic 8(2), Svein í Heiðunum 3, Mortan Hansen 2, Ken Bærendsen 1, Áki Hansen 1
Neistin: Jákup Sverri Kass 6(4), Ári Rouch 5, Ræni Slættanes 4, Jakob Jónsson 3, Ragnar Zachariassen 3, Áki mørk 3, Helgi Justinusen 1
Brotskøst: Tjaldur 2, Neistin 4
Útvísingar: Tjaldur 3, Neistin 4
Dómarar úr H71: Kristian Martin Skála og Petur S. Dahl










