Neistin favorittur í kvøld

Neistin hevur vunnið allar dystirnar í hesum kappingarárinum, meðan Kyndil er nærmasti kappingarneyti landskappingini. Í kvøld bresta grannarnir saman í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini.

 

Neistin hevur tó ikki havt stórvegis trupulleikar av Kyndil í innanhýsis dystunum í hesum kappingarárinum. Tær hava vunnið 38-26 og 33-22. Tí má Neistin metast sum favorittur til dystin í kvøld.

 

Hinvegin, so var Stjørnan um reppið at vinna á Neistanum um vikuskiftið. Tað gevur óiva Kyndil ein størri trúgv upp á at tað ber til at fáast við Neistan í ár.

 

Hálvfinalan byrjar klokkan 19.00 í kvøld.

Coca Cola Cup steypakapping kvinnur – Fyrru hálvfinalur:

Neistin – Kyndil 19.00 (Beinleiðis á Rás2)

Stjørnan – VB (Leygardagin)