Neistin fær styrk úr Rumenia

Hondbóltur: Samstundis sum Flogbóltsfelagið Fleyr fær venjara úr Rumenia, fær Neistin styrk til kvinnuligi úr rumeskum hondbólti

Talið av útlendskum hondbóltsleikarum í føroysku kappingini økist alsamt.

Stjørnan, VB, VÍF og Kyndil hava øll útlendskar leikarar á liðum sínum í bestu kvinnudeildini, og tað er eingin loyna, at tað eru leikarar, sum gera mun - stóran mun.

Lotte Sørensen hevur um nakar togað Kyndil upp á tindin í føroyskum hondbólti, og í fjør gjørdi Ioana Rápa tað sama við VÍF liðið, sum gjørdist steypavinnari við at vinna finaluna á StÍF.

Í Klaksvík hava teir fingið tveir útlendingar til býin, og hóast tær enn ikki hava vant so leingi við nýggju liðfeløgum sínum, so eru tær greiður styrkur fyri stoltleikan hjá klaksvíkingum á hondbóltssíðuni


Neistin ger tað sama

Í morgin kann so eisini Neistin stilla seg upp í skaran av liðum, sum hava útlendskar leikarar.

Tá flogfarið lendir í morgin fær Neisin vitjan av einum 29 ára gomlum hondbóltsleikara úr Rumenia, sum kemur til landið fyri at vísa síni hondbóltskynstur.

Tað hevur gingið heldur enn ikki striltið at fáa upplýsingar um hondbóltsleikaran, men sum skilst hevur venjarin hjá HB, Ion Geolgau, verði millumgongumaður fyri Neistan eins og hann var tað fyri Fleyr.


Spælt í fyrstu deild

Sum sagt hevur gingið striltið at fingið upplýsingar um leikaran, men vit hava í hvussu er fingið uppspurt, at leikarin hevur leikt í rumensku fyrstu deildini.

Frá Neistanum frættir Sosialurin, at felagið hevur staðfest, at eitthvørt má gerast um kvinnuliðið skal hanga við í toppinum.

Kvinnuliðið er í einum aldursskifti í løtuni, og berandi kreftirnar á liðnum eru sera ungir leikarar. Aldursskifti sæst í løtuni aftur á avrikunum og fyri at forða at Neistin missir takið í toppinum hevur nevndin gjørt av at taka hetta stigi.

Um leikarin verður verandi í Føroyum og hvussu leingi hongur alt saman við tí sum hon dugir at vísa á hondbóltsvøllinum frætta vit frá Neistanum