Neistin spælir í dag fyrra dystin í Europa-Cup móti serbiska RK Kolubara, sum í fjør vann steypakappingina har á landi.
Og eingin sum helst ivi er um, at Neistin her fær sína sak fyri. Serbiskur hondbóltur hoyrir heima í europiska sub-toppinum, og tað fingu føroyingar at síggja, tá manslandslið okkara var í bólki við Serbia í seinastu undankapping.
Og í heimligu kappingini er Kolubara á odda við fullum stigatali, nú fimm umfør eru spæld.
Neistin avgreiðir báðar dystirnar á ferðini. Fyrri dysturin verður spældur í dag, og tann seinni í morgin.