Neistin er við enn

VB var ósigrað seinastu fimm landskappingardystir, tá Neistin fór suður til Vágs. Høvuðsstaðarfelagið syrgdi hinvegin fyri, at einki er avgjørt í finalustríðnum. VB - Neistin 26-33

Neistin kann ikki nógv fleiri stig, ætlar liðið sær í finaluna. Tað var ein treyt, at tær loystu torføru uppgávuna í Vági til fulnar, og tað eydnaðist. Gestirnir vunnu við sjey málum, og munurin upp til Tjaldur er framvegis tvey stig.

 

Kyndil - Tjaldur 21-30

Tað varð skjótt bara ein avgreiðsluspurningur, tá Tjaldur vitjaði í høllini á Hálsi. Gestirnir fóru undan heimaliðnum, og seinastu løtuna var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin skuldi verða. Tjaldur er fyribils oddalið í SunSet-deildini, men Stjørnan hevur spælt ein dyst færri enn bæði Tjaldur og Neistin.

 

Dystirnir næsta vikuskiftið:

12. mars: StÍF - Kyndil.

13. mars: Neistin - VÍF

13. mars: Stjørnan - VB

 

Stigatalvan:

 

1. Tjaldur - 19 dystir, 30 stig

2. Stjørnan - 18 dystir, 30 stig

3. Neistin - 19 dystir, 28 stig

4. VB - 19 dystir, 20 stig

5. Kyndil - 19 dystir, 14 stig

6. VÍF - 18 dystir, 7 stig

7. StÍF - 18 dystir, 1 stig