Neistin-Kyndil 24-19 (11-9)
Kvinnurnar hjá Neistanum eru steypavinnarar 2015. Tað er greitt, nú seinasta bríkslið hevur ljóðað í kvinnufinaluni.
Neistin var omaná so at siga allan dystin. Tíðliga í dystinum var Kyndil á odda 2-1, men hetta var einasta ferðin, at tær grønu vóru omaná.
Myndatema frá finaluni sæst HER
Í Neista-málinum tók Fríða Petersen tað mesta. Milica Rankovic var í stórformi, og longu undan steðginum valdi Kyndil at mansverja sterka skjúttan. Hetta tarnaði álopsspælinum hjá Neistanum nakað, og eftir steðgin høvdu tær trupult við at koma framat Kyndils-málinum. Avgerandi í so máta var, at Neistin fekk nøkur góð mál av høgra veingi, soleiðis at tær alla tiðina hildu seg tvey og trý mál frammanfyri. Tá Kyndil so royndi at skrúva ferðina heilt upp móti dystarenda, gjørdust mistøkini ov nógv, og so gjørdist talan um tryggan sigur hjá Neistanum.
Eftir dystin vórðu Turið Arge Samuelsen hjá Kyndli og Fríða Petersen hjá Neistanum kosin sum bestu spælararnir hjá sínum liðum.
---
57 min: Nestin-Kyndil 22-18 (11-9)
Kyndil tykist nú hava tapt kapprenningina móti tíðini. Hóast Neistin hevur havt trupult við at fáa glið á álopsspælið, so hava tær støðugt skora, so tær ikki hava mist leiðsluna.
Seinastu løtuna hava tær grønu tí verið noyddar at forsera spælið. Tað hevur borið álopsfeilir og ov skjótar skotroyndir við sær, og nú hava tær bláu veruliga skrætt seg leysar. Ikki minst hevur Jacklin Durhuus fingið góðar sømdir, og nú er eingin ivi um, hvar steypið endar.
---
45 min: Neistin-Kyndil 18-15 (11-9)
Kyndil berjist av øllum alvi móti klokkuni í løtuni. Á vøllinum hevur Nestin ilt við at finna stevið, tí Kyndil konsekvent mansverjir Milicu Rankovic, sum við 10 málum hevur verið ein av heilt stóru profilunum í dystinum.
Í hinum endanum hevur Kyndil framvegis ikki serliga lætt spæl móti Neista-verjuni, men nøkur góð skjótálop og gjøgnumbrot vísa, at tær væl kunnu skora neyðugu málini.
Spurningurin í løtuni tykist at vera, um Kyndil megnar at skjóta hesi málini, áðrenn klokkan fer upp á 60 minuttir.
---
30 min: Neistin-Kyndil 11-9
Eina løtu sá út til, at Kyndil als ikki skuldi verða partur av steypafinaluni. Tær fingu ikki álopsspælið at koyra, og í Neista-málinum tók Fríða Petersen sær av øllum, og so var dysturin veruliga um at skrædna.
Nakað fyri steðgin valdi Kyndil at fara út í mansverju av Milicu Rankovic, sum hevur verið stóri skjúttin hjá Neistanum. Hetta hevur steðgað málskjótingini hjá Neistanum. Samstundis hevur Neistin fingið tvær útvísingar, og hetta hevur Kyndil gagnnýtt, so tað bara eru tvey mál á muni, nú farið er til hálvleik.
---
17 min: Nieistin-Kyndil 6-3
Tað eru ikki tey nógvu málini, sum hava eyðkent fyrsta korterið av kvinnufinaluni í hondbólti.
Bæði liðini hava lagt stóran dent á verjupartin, og ikki minst hevur Fríða Petersen í Neistamálinum markerað seg væl. Tomma S. Petersen hjá Kyndli hevur eisini havt nakrar góðar bjargingar, men tað er Neistin, sum er sloppin betur avstað. Ikki minst hevur tað eydnast at fáa Milicu Rankovic til skot, og stendur hennara navn á fýra av teimum bláu málunum.









