Neistin ? StÍF 35-16
Neistin vann seinnapartin við 19 málum á StÍF, sum vitjaði í høllini á Hálsi. Endaliga úrslitið gjørdist 35-16.
Bláa høvuðsstaðarfelagið hevur verið stórspælandi seinastu vikurnar, og seinnapartin lótu teir ongan iva vera um, at teir ætla sær í FM-finaluna. Gestirnir vóru ongantíð nær við at hótta leiðsluna hjá steypavinnarunum.
Neistin er nú tvey stig frá oddaliðnum VÍF.










