Neistin er meistari

Neistin hevur í dag tryggjað sær føroyameistaraheitið í manshondbólti. Havnarfeløgini Neistin og Kyndil spældu aðru FM finaluna, og Neistin vann 33-25 eftir at teir í hálvleikinum høvdu verið á odda 15-12. Harvið er ikki neyðugt við triðju finaluni, tí Neistin vann skírisdag fyrstu finaluna.

Fyrstu løtuna eftir steðgin stríddi Kyndil seg fram til støðu, har teir bara vóru eitt mál aftanfyri. Men so togaði Neistin í aftur. Við spælandi venjaranum Inga Olsen, Heina Hanusarson, Finni Hansson og David Edvardsen á odda lýsti Neistin alt bjartari, meðan kyndilin hjá grøna mótstøðuliðnum fánaði alt meiri.

Eina løtu var Neistin frammanfyri við tíggju málum. Tá var sigurin so mikið tryggur og meistaraheitið harvið so mikið víst, at fleiri av teimum, sum ikki hava spælt so nógv, fingu høvi at royna seg. Kyndil megnaði kortin ikki at svara aftur, og tað endaði 33-25. Neistin vann fyrru finaluna 30-25. Neistin var sannførandi í grundspælinum, og tí ber ikki til at siga annað, enn at Neistin er sannførandi føroyameistari.

Hetta er sjeynda ferðin, at Neistin hevur vunnið FM í manshondbólti. At Neistin er einaráðandi í manshondbólti verður undirstrikað av, at 2010 er fyrsta árið, at Neistin hevur vunnið greipuna ? bæði steypakappingina og landskappingina.