Neistakvinnur er aftur í steypafinaluni í føroyskum kvinnuhondbólti. Tær vunnu fyrru hálvfinaluna 28-20 í Vági. Í dag var seinna hálvfinalan í høllini á Hálsi. Í dag vunnu tær við einum máli, og tað var meir enn nokk til at koma í finaluna.
Hóast talan ikki var um nakran spenning í seinnu hálvfinaluni, so var spældu bæði liðini við fullari. ferð. Longu fyrra hálvleiki varð greitt, at tað ikki bleiv nakar spenningur í, men liðini løgdu nógv fyri móti endanum. Liðini tóktust vilja vinna dystin, sjálvt um úrslitið ongantíð fór at hótta leiðsluna hjá Neistanum.
Hálvfinalan millum Neistan og VB hevur fingið nógva umrøðu, tí argandi veðrið hevur órógva siglingina til suðuroyar. Tað endaði við, at Neistin eitt sindur óviljað fór suður í gjár, fyri síðani at spæla seinnu hálvfinlauna í dag.
Hóast Neistin átti at hava heimadyst fyrst, so tykist hetta ikki hava ávirkað avrikið hjá teimum, tí tær vunnu við heili átta málum í Vági.
Neistin kemur í finaluni at móti antin Kyndli ella VÍF.
Steypakappingin kvinnur - Hálvfinalur:
Neistin (28) – (20) VB 24-23 (11-11)
Neistin vinnur samanlagt 52-43
Málskjúttar í dag:
Neistin: Eir Berg 6, Nicoleta R. Hansen 5, Jacklin Djurhuus 4, Bára Hansen 2, Unnur Danielsen 2, Birita Wardum 2, Rakul Augustinussen 2, Súsanna Seloy 1
VB: Ingrita Kuodyte 7, Gintare Butkeviciute 5, Laila Jespersen 3, Ránnvá Johannesen 2, Helga Kjærbo 2, Birita Olsen 2, Una Nolsøe 1, Rúna Midjord 1,









