Neistin vann triðju FM-finaluna ímóti Kyndli í dag. Neistin vann 26-19. Støðan í steðginum varð 13-9 til Neistan. Og Neistin hevur vunnið enn eitt av mongum meistaraheitum í fremstu kvinnudeildini.
Kyndil vann fyrstu FM-finaluna 27-21. Aðru FM-finaluna vann Kyndil 21-18.
Neistin fekk 40 stig í 20 dystum í grundspælinum. Neistakvinnur vunnu eisini steypakappingina við finalusigri ímóti VB.