Tað kann tykjast undrunarsamt, at VB kvinnurnar eru settar at spæla ein dyst leygardagin, og at tær so sunnudagin skulu spæla avgerandi dyst um finalusess í FM-stríðnum. Man tað vera av tilvild, ella hvat er tað, ið er hent, standa ivaleyst nógv í Suðuroynni og spyrja seg, nú VB-kvinnunum stendur einum sera strævnum vikuskifti í møti.
Undarlig ásetan av dysti
Seinastu árini hevur tað verið ein dystur millum Neistan og VB, um eina finalusessin í FM, og við hesum í huga, kann tað tykjast undrunarsamt, at ein so týdningarmikil dystur verður lagdur minni enn eitt samdøgur eftir ein dyst hjá einum av liðunum.
Hvussu er og ikki, so verður sunnudagurin ivaleyst avgerandi løtan í stríðnum um seinna finaluplássið.
Vinnur Neistin, ella fær bara javnt, so sær heilt væl út hjá bláu havnagentunum, meðan tað hinvegin er eitt ófrávíkiligt krav til VB, at um tær ikki vinna, so tapa tær stríðið um finalusessin.
Styrkisroynd
Hjá kvinnunum eru tað sostatt tvey lið, sum hava eitt sokallað dupult vikuskifti. T.e. tá eitt lið spælur tveir dystir, og talan er tá um StÍF og VB. StÍF tekur móti VB í morgin, og sunnudagin taka tær móti VÍF, meðan Vágskvinnur fara til Havnar.
Av sonnum má man siga, at hetta er vorðið sum styrkisroynd hjá serliga suðuroyarliðnum.
Favoritsigrar í væntu
Hjá monnunum verða bert tveir dystir um vikuskiftið, og eru tað tey bæði oddaliðini, StÍF og Neistin, ið hava heimadystir móti ávíkavist VÍF og KÍF.
Við allari virðing fyri bæði KÍF og VÍF, so sær tað út til at spyrjast tveir heimasigrar burturúr hesum vikuskiftinum, og um so verður, so er tað ein optimal upphiting hjá Neistanum, undan brakinum um Havnina í næsta vikuskifti, tá Kyndil og Neistin bresta saman. Tá fæst samstundis endaliga at vita, um Kyndil skal megna at innheinta grannarnar.