Neistin einsamalt oddalið

Neistin grundlegði sigurin í toppdystinum ímóti H71 í Atlantic Airways-kappingini hjá monnum tíðliga í seinna hálvleiki, og við sigrinum eru teir nú einsamallir á odda í bestu mansdeildini við fullum stigatali

Neistin – H71 29-26 (14-11)


Neistin og H71 hava rættilgia vent upp og niður upp á hondbóltskappingina hjá monnum. Síðsta kappingarár lógu endaðu hesi bæði liðini ávikavist næstaftast og aftast í Atlantic Airways-kappingini, men í ár er alt vent á høvdið.

Tá liðini møttust í høllini á Hálsi sunnudagin, var lagt upp til eitt rættiliga oddabrak. Undan dystinum hevði Neistin vunnið sínar fyrstu dystir ímóti VÍF og Kyndli, meðan H71 hevði vunnið sínar dystir ímóti KÍF og StÍF, og tí var samstundis greitt undan dystinum, at vinnandi liðið í dystinum sunnudagin fór at leggja seg einsamalt á odda í bestu mansdeildini í hondbólti.


Neistin var omaná

Fyrstu løtuna av fyrra hálvleiki tóktust liðini hava ávísar trupulleikar við at fáa bóltin í málið. Bæði verjur og málmenn hjá báðum liðum rættiliga væl, og tí var hetta ikki av mest málríku dystum fyrstu løtuna.

Tað var tó Neistin, sum tóktist hava lættari við at finna vegin til málið. Teir løgdu seg á odda 2-0 beinanvegin, og sjálvt um málini ikki vóru tey heilt nógvu, so vóru teir bláu neistamenninir omaná.

Um miðjan fyrra hálvleik førdi Neistin 6-3, men nú tóktist dysturin brádliga opna eitt sindur upp. Tað tóktist sum bæði liðini nú rættiliga høvdu slept nervunum, og síðsta partin av fyrra hálvleiki skiftust liðini um at skjóra mál. Fyrst skoraði H71, so skoraði Neistin, og tá liðini fóru til hálvleiks, var støðan 14-11 til Neistan, sum eisini hevði verið heldur omaná fyri steðgin.


Neistin dró frá

Hevði tað verið javnt í millum liðini fyri steðgin, so tók Neistin rættiliga dik á seg eftir steðgin. Teir komu út til seinna hálvleik sum eitt satt ódnarveður, og eftir bert sjey minuttunum høvdu teir lagt seg á odda 18-13.

Hetta steðgaði teimum tó ikki. Teir blivu við at leggja trýst á hoyvíkingarnar, og spakuliga øktu teir enn meir um munin. Sum dysturin leið, tóktist hann at vera meir og meir avgjørdur, tí H71 sá ikki út til at hava nakað aftursvar ímóti góða neistaspælinum. Neistin økti og økti, og tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, førdi Neistin við sjey málum.


H71 svaraði aftur

Men hoyvíkingar hava víst ein ótrúliga góðan vilja á vøllinum teir fyrstu dystirnar í ár, og hesin kom fram aftur sunnudagin. Eftir at hava tikið eitt Time Out við støðuna 23-16 til Neistin, byrjaði H71 rættiliga at koma fyri seg. Við sera góðum og skjótum álopsspæli og ágangandi verjuspælið løgdu teir trýst á Neistin tað, ið eftir var av dystinum. Hetta tóktist at skelka neistaspælararnar nakað, og spakuliga minkaði munurin meir og meir.

Hoyvíkingar tóku eitt mál fyri og annað eftir inn á Neistin, og tá fimm minuttir vóru eftir mátti Neistin taka Time Out, tí nú var aftur bert eitt mál á muni við støðuna 25-24. Men Time Out’ið hjálpti ikki serliga væl hjá beinanvegin, tí lítla løtu seinni javnði H71 til 26-26 við trimum minuttum eftir á klokkuni, so nú var lagt upp til ein sera spennandi endabrest í høllini á Hálsi. H71 var oman á hesa løtuna, og tí var líkt til, at teir kundu fara at vinna dystin.

Men hoyvíkingar høvdu helst brúkt sera nógv kreftir upp á at koma in aftur í dystin. Síðstu løtuna av dystinum var tað nevniliga Neistin, sum dró longra stráðið, tí í síðstu minuttunum fekk H71 einki mál, meðan Neistin skoraði tríggjar ferðir, og tí vann bláa havnarliðið 29-26.

Við sigrinum er Neistin nú einsamalt á odda við fullum stigatali, meðan hoyvíkingar máttu taka til takkar við sínum fyrsta tapi í ár. Teir vístu tó sera góðan moral síðstu løtuna av dystinum, og hetta kunnu teir saktans taka við til næsta dystin. 



Fakta


Neistin – H71 29-26 (14-11)

Málskjúttar:

Neistin: Blagoje Buha 6 (2), Dann Thorleifsson 6, Ingi Olsen 4, Tróndur Kragesten 4, Jugoslav Djumic 3, Karl Herup Olsen 3, Roar Dalgarð 2, Jón Ludvig 1

H71: Niels V. Niclassen 5, Janus Sørensen 4, Dánjal Tórgarð 4, Gunnar Bláberg 4, Johnny Durhuus 3, Esbern Patursson 2 (1), Halgir D. Olesen 2 (2), Poul K. Dam 1, Eyðun Højgaard 1

Brotskøst: Neistin 4, H71 3

Útvísingar: Neistin 3, H71 3

Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen