Neistin eigur eisini Havnina

Neistin hevur verið einaráðandi í hesum kappingarárinum. Liðið, sum Ingi Olsen stendur á odda fyri, hevur ikki tapt nakran dyst higartil. Í dag staðfesti Neistin sína støðu sum nógv tað besta liðið í høvuðsstaðnum. Neistin vann grannauppgerðina móti Kyndil í kvøld. Úrslitið varð 33-26.

 

Neistin legði bragdligari fyri og var á odda allatíðina í einum rótutum dysti. David Edvardsen var serliga eyðsýndur við sínum 10 málum. Jugoslav Djumic var ikki við vegna skaða.

 

Í Vestmanna vann VÍF við 16 málum á Team Klaksvík. Úrslitið var 40-24.

 

H71 vann 30-29 á StÍF.

 

Stigatalvan:

 

1. Neistin ? 41 stig

2. KÍF ? 26 stig *

3. VÍF ? 23 stig

4. H71 ? 20 stig *

5. Kyndil ? 19

6. StÍF ? 13 stig

7. Team Klaksvík ? 2 stig *

 

* VÍF, H71 og Team Klaksvík hava spælt ein dyst minni enn hini liðini. Tey hava spælt 20 dystir, og hini hava spælt 21 dystir.