Ongar kvinnur døma í bestu deildunum í hondbólti í Føroyum. Av tí sama er eisini vanligt, at tað eru dreingir og menn, sum døma í barna- og ungdómskappingum, meðan gentur og kvinnur sita við dómaraborðini.
Hetta ynskir Neistin at broyta.
Kvinnuhondbólturin í Føroyum hevur prógvað, at tær eru fult á hædd við hondbóltsmenninar í altjóða kappingum. Kvinnurnar á hondbóltslandsliðnum, kvinnurnar, sum spæla í feløgunum kring landið og somuleiðis tær, sum spæla uttanlands eru størstu fyrimyndirnar hjá okkara ungu hondbóltsgentum.
Á tveimum plássum á vøllinum mangla ungu genturnar tó kvinnuligu fyrimyndirnar. Dómarar eru enn bert menn.
Neistin arbeiðir miðvíst við at fáa fleiri gentur og kvinnur til eisini at átaka sær dómaraleiklutin í hondbóltinum.
Tí vit duga ikki bara at kempa sum ein genta. Kasta sum ein genta. Vinna sum ein genta. Men eisini at døma sum ein genta!
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##