Neistin bjargað í evstu løtu

Tjaldur hevði sigurin í pottinum, men seinasta minuttin skoraðu Neista-kvinnur trý mál, soleiðis at tær fingu bjargað sær eitt stig

Hondbóltur

 

Tjaldur er aftur í bestu kvinnudeildini í hondbólti, og hetta varð markerað við buldri og braki sunnudagin.

Neistin kom á vitjan, og hóast tær bláu vórðu roknaðar sum greiðir favorittar, so var tað so nær við, sum tað kundi vera, at Tjadur hevði bæði stigini eftir, tá dysturin var lokin.

Bara ein minutt undan leikloki mundu tey flestu halda, at sigurin var í pottinum. Neista-kvinnurnar høvdu annars verið mest sum púrasta sørar eftir steðgin, og máltalvan vísti 25-22, tá farið varð undir seinasta minuttin.

Og onkursvegna megnaði Neistin eisini at toga sær trý mál á rað seinasta minuttin. Og so kundu tær í Tjaldri bara iðra seg um tað, sum kundi verið. Ein partur av spælinum er eisini at halda høvdinum kalt, tá mest stendur á, og einki er at ivast í, at tað var júst hetta, sum Tjaldur ikki megnaði.

Men við fleiri nýggjum spælarum á liðnum, er lítið at ivas tí, at Tjaldur veruliga hevur potentialið til at órógva í oddinum. Og spurningurin verður so bara, hvussu langt fram tær kunnu stinga nøsina í dysti við Neistan og VB, sum enn mugu roknast sum fremstu avbjóðararnir til stórfavorittarnar úr Stjørnuni.

Tíverri hevur tað ikki eydnast okkum at fáa fakta’ini frá dystinum.