Tríggir dystir í bestu kvinnudeildini eru á skránni í dag.
Millum hesar er dysturin í Klaksvík, har Neistin kemur á vitjan. Neistin er í løtuni nakað aftan fyri Tjaldur og Stjørnuna, sum liggja á teimum báðum finaluplássunum, og skal hugsingur vera um at broyta ta støðuna, mugu havnarkvinnurnar vinna í dag.
Í Vági verður botndystur millum VB og StÍF, og í Runavík kemur VÍF á vitjan hjá meistarunum og oddaliðnum úr Tjaldri.
Teir tríggir dystirnir í Sunset-deildini byrja allir klokkan 15.










