Neistin bardi seg aftur

VB?Neistin 18?18 (11?10)

 

Tað eydnaðist Neistanum at fáa javnleik móti VB í Vági, hóast heimaliðið var frammanfyri tað mesta av dystinum




Hondbóltur

Stefan í Skorini


VB er enn á triðja plássi, men tær mugu bíða nakrar dagar, áðrenn tær kunnu vera heilt vísar í, at bronsumerkini fara suður til Vágs í ár. Neistin er fýra stig aftanfyri og hevur tveir dystir eftir enn. VB hevur tó nógv betri málmun, og tískil kunnu tær vænta sær at fáa bronsuna um hálsin, tá kappingarárið endar um eina viku.

VB legði seg framum beinanvegin í dystinum, og tær høvdu eina eitt máls leiðslu, tá farið varð til hálvleiks. Tískil var alt opið til seinna hálvleik.

VB helt fram har tær sleptu og hildu allatíðina frástøðu niður til Neistan við einum ella tveimum málum. Tað lá tí í kortunum, at VB fór at sigra, men so skuldi ikki vera.

Neistin hevði ikki ætlanir um at fara norðuraftur við ongum, og tí kempaðu tær til endan. Útiliðið bardi seg innaftur í dystin og tryggjaði sær eitt stig móti endanum av dystinum, tá tað eydnaðist at javna.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

VB: Regina Radó 7, Gurið Mortensen 4, Andrea Lütz 3, Christina Holm 2, Eyðbritt Krosslá 1, Mary Krosslá 1

Neistin: Súna Mørk 4, Annika Thomsen 4, Bjørg Patursson 3, Katrin á Neystabø 3, Birita Wardum 2, Susan Brockie 1, Kerstin Rasmussen 1

Brotskøst: VB 6, Neistin 4

Útvísingar: Neistin 2

Dómarar: Justines Justinussen og Poli Hansen